Smádreingirnir hjá KÍ vunnu í morgun ein flottan sigur á norskum liði og eru komnir í hálfinaluna í sterkari altjóða fótbóltskapping í Århus. Hálvfinalan verður spæld longu fríggjakvøldið
Dysturin í morgun var ímóti Storhamar úr Noregi, og tað liðið, sum vann dystin, kom víðari til hálvfinaluna í kappingini. Og tað eydnaðist KÍ-liðnum at vinna, og harvið eru smádreingirnir úr Klaksvík millum fýra tey bestu liðini í kappingini. Lið úr 19 londum taka lut.
KÍ spældi framúr væl í dystinum ímóti Storhamar og vann 3-0. KÍ sat á øllum allan dystin, og spælið var tað besta hjá KÍ í hesari kappingini. Norðmenninir vóru hugtiknir av føroyska liðnum og ynsktu teimum góða eydnu víðari í kappingini.
KÍ skal fríggjakvøldið spæla hálvfinalu ímóti Kampala Kids, sum eru stórfavorittar til at vinna kappingina. Liðið úr Uganda er mannað við teimum evnaríkastu spælarunum úr høvuðsstaðnum Kampala, og higartil hevur liðið vunnið allar sínar dystir.
KÍ ætlar sær tó at gera alt, hvat liðið kann fyri at vinna dystin, men tað er eisini greitt, at tað skal ein óvanligur innsatsur til at koppa sterka afrikanska liðnum.




