Tað er greitt, at nakað av útskifting verður í KÍ til 2023.
Kappingarárið hjá KÍ í 2022 er liðugt, og tað endaði við, at KÍ vann FM í stórum stíli, kom víðari einaferð í Evropa og tapti finaluna um løgmanssteypið. Nú er eisini greitt, at KÍ missir nakrar leikarar og persónar í venjaratoyminum.
Fýra leikarar farnir
Tað er greitt, at minst fýra leikarar ikki halda fram. Tann eini. Dmytro Lytvyn, fór úr KÍ fyri nøkrum vikum síðani. Eisini hevur verið greitt í eina tíð, at Meinhardt P. Joensen og Valerijs Sabala ikki fóru at halda fram. Og sunnudagin kom fram, at Jesper Brinck ikki heldur fram. Hann fer av landinum og sum skilst var tann avgerðin tikin áðrenn steypafinaluna. Hann segði undan síðsta umfarinum, at hann og KÍ tosaðu saman um 2023. Felags fyri allar hesar er, at teir ikki vóru í sterkastu uppstillingini, tá allir vóru tøkir.
Frágongd:
Meinhardt P. Joensen (málverji)
Dmytro Lytvyn (miðverji)
Jesper Brinck (verjuleikari)
Valerijs Sabala (álopsleikari)
Agnar Prestá og Elisabet Vang gevast
Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at høvuðsvenjarin, Mikkjal K. Thomassen, gevst í KÍ. Men frammanundan var greitt, at í venjaratoyminum verður nakað av útskifting. Hjálparvenjarin hjá KÍ, Agnar Prestá, og kropsligi venjarin, Elisabet Vang, hava boðað KÍ frá, at tey halda ikki fram. Sum skilst fara bæði av landinum.



