Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ møguleika at náa heiðursmerki

John William Joensen

KÍ sum undan vikuskiftinum var triðaftast liggur nú á fimtaplássi saman við VB bert tvey stig aftan fyri GÍ á fjóðra plássið

Tað sær munandi ljósari út hjá KÍ nú liðið fyri einans aðruferð í ár vann á heimavølli.
Framan fyri KÍ liggja nú GÍ og Skála og sum KÍ liðið spælir í løtuni er ein realistiskur møguleiki at KÍ enntá kann endað árið við heiðursmerki. KÍ kann nevnuliga náa silvur, men so er neyðugt at KÍ vinnur teir fýra dystirnar sum eftir eru.
 
HB føroyameistari
Komandi umfar spæla HB og B36 í Gundadali og vinnur HB tann dystin er HB meistari.
Hinvegin, eru ikki allar súður syftar um B36 vinnur og KÍ síðani vinnur á HB í Klaksvík.
Dysturin í Klaksvík millum føðingardagsfeløgini kann gerast ein løgin uppliving fyri okkum Klaksvíkingar.
Tí vinnur HB dystin vinna teir sítt 18. meistarheitið og samstundis triðja meistaraheitið á ræð.
 
Úrslitini:
KÍ- NSÍ 1-0 
B36 – Skála 2-0
ÍF – VB 1-0
EB/Str. – GÍ 1-1
B68 – HB 0-5
 
Støðan:
HB                      35
B36                      27
Skála                      26
GÍ                      21
VB                      19
KÍ                       19
NSÍ                      18
EB/Str.                      18
ÍF                      10B68               2