Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ – Molde á Skarv

Jóhann Lützen

Føroyska útisetabarrin Skarv í Keypmannahavn vísir kenda fótbóltsdystin týskvøldið hin 8. august beinleiðis frá einum útseldum Tórsvølli, tá KÍ møtir norsku meistarnum Molde í UEFA Champions League.

 

 

“Fólk vóru á gosi seinast á Skarv, tá ið KÍ skrivaði fótbóltsøgu í Gøteborg. Eitt livandi kvøld at uppliva slíkt blandað samanhald við tilkomnum, ungum og vaksnum, sum øll hildu við KÍ”, sigur eigarin á ølstaðnum, Siri Thorsteinsson, hvørs mamma er ættað úr Klaksvík. Ókeypis atgongd, durasnapsur og dysturin byrjar kl. 20:45. Dyrar lata upp klokkan 19:00 á Pilestræde 43.