KÍ tapti botnsdystin í 1.deild móti EB/Streymi.
EB/Streymur skoraði uppá sítt fyrsta álop og hetta gjørdist einasta málið í dystinum. Hjá KÍ spældu Jasper van Der Heyden, Børge Petersen, Jóannes Bjartalíð og Jesper Brinck ein hálvleik hvør, og tað er tekin um, at teir byrja á bonkinum móti B36 í morgin.
Tapið ger, at KÍ nærkast niðurflyting, um tvey lið flyta niður. Tí nú hevur KÍ fýra stig upp til 8. pláss.



