KÍ er uttan 5 leikarar til dagsins dyst móti NSÍ.
Jóhan Jacobsen, Henry Heinesen og Sørmundur Kalsø hava sum nevnt fyrr leikbann. Í gjár fekk Andrias Frederiksberg, sum hevur sitið á bonkinum seinastu dystirnar, reytt kort við 1.deild og hann hevur sostatt eisini leikbann. Og so er Álvur Christiansen burturstaddur og ikki tøkur. Hinvegin er Jonas Flindt Rasmussen tøkur aftur fyri fyrstu ferð í longri tíð og væntandi avloysir hann Sørmund Kalsø í KÍ miðverjuni, har hann kemur at spæla viðsíðuna av Ísak Simonsen, sum hevur staðið seg væl á plássinum, um vit hugsa um, hvussu lítlar royndir hann hevur á hesum plássinum.
Hjá NSÍ spæla Pól Jóhannus Justinussen og Christian Høgni Jacobsen sínar fyrstu minuttir fyri NSÍ hetta kappingarárið eftir at teir skiftu til NSÍ í summarsteðginum. Men so vil tíðin vísa, um nakar av teimum er við frá byrjan.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00 og dómari verður Petur Reinert.




