Eftir umfarið í dag er leyst millum tvey tey fremstu og so hini í næstbestu deildini.
Eftir umfarið í dag er leyst millum tvey tey fremstu og so hini í næstbestu deildini.
KÍ vann stórsigur á 6-0 móti HB. 3-0 var í hálvleikinum. AB vann 4-1 í toppdystinum móti NSÍ og tað ger, at AB varðveitti oddasessin, meðan NSÍ misti sambandið við AB og KÍ. 4 stig skilja nú KÍ á 2. plássi og so NSÍ og B68 á 3. og 4. plássi.
Hjá KÍ skoraði Jóannes K. Danielsen hattrik, meðan Tórur Justesen(2) og Aksel B. Danielsen skoraðu hini trý málini. Aksel er toppskjútti í deildini, meðan Jóannes nú liggur á 3. plássi á toppskjúttaralistanum, eitt mál aftanfyri Hans Marius Davidsen úr NSÍ. Stórsigurin í dag merkti eisini, at KÍ nú hevur skorað flest mál í næstbestu deildini.
Eitt umfar er eftir áðrenn summarsteðgin. Tá spælir KÍ á útivølli móti B36, meðan AB spælir á útivølli móti TB/FC Suðuroy/Royn.




