KÍ spælir á heimavølli fyrst í Europa League, meðan seinni dysturin verður á Friends Arena.
KÍ spælir á heimavølli fyrst íEuropa League.
Í fyrsta umfari skuldi KÍ spæla áútivølli fyrst. Men sum skilst, so var tað eitt ynski frá báðumfeløgunum at býta um, so at KÍ átti heimadyst fyrst. Tað er núavgjørt, at KÍ spælir á heimavølli fyrst, sum verður hóskvøldið29. juni, meðan útidysturin í Stokkhólmi verður hóskvøldið 6.juli. Tað merkir, at KÍ skal spæla á Friends Arena, sum tekur yvir 50.000 áskoðarar og sum hýsti Europa League finaluni fyrr í ár.
Í Norðlýsinum mikudagin er samrøða við KÍ venjaran Mikkjal K. Thomassen, sum greiðir frá avgerðini um at býta um og um, hvat hann heldur um lutakastið.




