Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og B36 kvinnur leiktu javnt

Oliver Joensen

1-1 varð endaliga útslitið av dystinum á Djúpumýru ídag ímillum bestu kvinnuliðini hjá Kí og B36.

Tað tóktist sum at tað var nakað av fjáltri á KÍ kvinnunum á Djúpumýru ídag, tá tær tóku ímóti nærmasta kappingarneytanum B36.
KÍ megnaði ikki rættuliga at fáa tað flótandi spælið fram í dystinum ídag og hevði hetta við sær at tað nógva spælið gekk fyri seg kring miðkringin og vandamikil álop vóru ikki nógv at síggja, hóast KÍ kvinnurnar áttu tey flestu. Í hálvleikinum var støðan 0-0, men tíðliga í seinna hálvleiki fekk Rannvá Andreasen, sum fleiri ferðir fyrr eitt mál beinleiðis uppá hornaspark.
B36 megnaði tó at fáa bóltin í KÍ meskarnar seint í hálvleikinum eftir trunkaspæl frammanfyri KÍ málinum og gjørdist endaliga støðan 1-1 hóast stórt KÍ trýst móti endanum av dystinum.
KÍ-kvinnurnar eru sostatt framvegis 5 stig frammanfyri B36 í landskappingini.