Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og B68 taptu – Víkingur vann

Jákup Ósá

Hóast KÍ tapti, so er tað nú enn meir sannlíkt, at bara eitt lið flytur upp úr næstbestu deildini.

Hóast KÍ tapti, so er tað nú enn meir sannlíkt, at bara eitt lið flytur upp úr næstbestu deildini. Tí B68 tapti móti Giza Hoyvík og skal nú hava stig móti oddaliðnum AB á útivølli, um møguleikin fyri uppflyting skal liva til seinasta umfar.

Suðuroyingar, sum undan dystinum lógu á 8. plássi, vitjaðu í Klaksvík í næstbestu deildini seinnapartin. Og suðuroyingar gjørdu ikki mætari enn at vinna 2-1 á KÍ, sum undan umfarinum lá á 2. plássi. TB/FC Suðuroy/Royn kom á odda eftir innkast støðu í fyrsta minutti, men KÍ javnaði stutt áðrenn hálvleik eftir hornasparksstøðu, har Odmar Marsten skeyt bóltin inn til Jógvan Isaksen, sum skoraði.

Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ betri, men fekk ikki mál uppá sínar møguleikar. TB/FC Suðuroy/Royn tók so yvir og hevði yvirvág í møguleikum seinna partin av seinna hálvleiki. Í 82. minutti gav tað úrslit, tá David Múller við einmansavriki kom til skot og 2-1 til suðuroyingar var endaliga úrslitið.

Tað er stórur spenningur um, hvørs tvey lið flyta upp úr 1.deild. B68 tapti í dag á heimavølli móti Giza Hoyvík. Tað ger, at B68 helst skal vinna báðar dystirnar sum eru eftir, bara fyri at hava møguleika at flyta upp. B68 hevur næsta umfar útidyst móti oddaliðnum AB og tapir B68 tann dystin, so er nærum við fullari vissu ómøguligt at røkka topp 3, tí KÍ er 3 stig og 14 mál frammanfyri, meðan Víkingur, sum í dag vann 2-0 á NSÍ, á 2. plássi hevur 4 stig fleiri enn B68.

Støðan í toppinum í 1.deild er hendan:

1. AB 61 stig

2. Víkingur 47 stig

3. KÍ 46 stig

4. B68 43 stig

Víkingur hevur TB/FC Suðuroy/Royn(úti) og Giza Hoyvík(heima) eftir.

KÍ hevur Giza Hoyvík (úti) og AB (heima) eftir.

B68 hevur AB (úti) og ÍF (heima) eftir.