Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og GÍ svumu seg til hvør sítt stig

John William Joensen

Í hvirlum, sum sambart DMI máldu 33 m/sek. var dysturin leiktur hóast umstøðurnar ikki vóru til fótbólt.

Undan dystinum vóru samrøður millum dómaran og feløgini, men avgjørt var at byrja dystin til ásettu tíðina, og so skuldi dómari taka støðu til um tað var spælandi.
Fyrstu løtuna hættaði veðrið sær somikið væl og tá vindur og regn ikki eru ókend fyribrygdi her um leiðir so lat dómarin dystin renna.
Tá bert fimm minuttir vóru leiktir, far KÍ mál, sum Atli Danielsen syrgdi fyri.
Eftir at bólturin hevði flutt seg runt millum beinini á bláum og gulum leikarum endaði hann hjá Atla Danielsen, sum fekk hann inn um strikuna og frøði í Klaksvík.
Men veðrið bara versnaði og tað er neyvan ov nógv sagt, at var tað ikki fyri málið hjá Atla, so hevði dómarin steðga dystinum.
Sambært veðurmátingunum hjá DMI máldu hvirlurnar 33m/sek og í hvirlunum var ikki standandi á vøllinum.
Nú er longu skrivað so nógv um veðrið, men tað er lítið annað at siga frá dystinum.
Leikarar og dómarar skulu kanska hava rós fyri at treiska móti veðrinum, men fyri ítróttina, fótbóltsspælið og inntøkurnar hjá heimaliðnum, vóru umstøðurnar ikki tær røttu.

Dysturin
Men sjálvsagt er veðrið líka fyri báðar partar og í fyrra hálvleiki var tað KÍ sum hevði ættina eitt vet í ryggin. Hesum kom eitt mál burtur úr og sera sjáldan slapp GÍ fram til málmøguleikar.
Í hálvleikinum skiftu dómarar og leikarar í turr klæðir og hjálparfólkini kring KÍ royndu at skeinkja okkurt heitt niður í leikararnar. Termukannir við heitum kaffi var koyrt til venjarar og hjálparfólk, sum vóru noydd at sita á beinkinum, og so var aftur farið til dyst.
Tað var óðamanna verk at halda fram, og tað eru uttan iva mong, sum enn ikki hava fingið hitan í seg aftur, og enn ganga í hálvhosum, hálsaturriklæði – snora og svølgja betendilsi, – alt bara fyri at spæla ella hyggja eftir einum forbrendum fótbóltsdysti.
– Ná,  men fótbólt sóu við ongantíð, men tað var merkisvert hvussu gøtumenn og norðoyingar royndu at stríðast móti elementunum. Tað einu løtuna tá GÍ hevði innkast undir KÍ høllini var vindurin so sterkur at leikarin noyddist at geva upp og vendi rygg til ættina til vindurin var somikið avhasaður at bólturin aftur kundi kastast inn á vøllin.
Eisini linjuverjin á sunnari linju, vendi stóran part av dystinum rygg móti leikarum og ættini. – Hann var tó tøkur tá hansara leiklutur, sum linjuverji kravdist, men so skjótt sum spælið flutti seg eitt sindur burtur vendi hann reyvina móti ættini. 
Hóast GÍ við einum petti av ættini í rygginum, hevði takið í seinra hálvleiki, so var tað KÍ, sum hevði bestu málmøguleikarnar, men einki spurdist burtur úr.
Í 92. minutti far GÌ fríspark í vinstru síðu. Bólturin kemur við einum glaðustrokið inn fyri og Sverri setur krúlluna undir bóltin og so er javnleikur.

Taptu?
Fyri KÍ kendist hetta sum at tapa dystin og fyri Gøtumenn var tað sum at vinna. Á stigatalvuni liggur KÍ nú á øðrum plássið saman við HB, men tað er longur upp í toppin enn undan vikuskiftinum (EB/STR hølvaði VB/SUMBA) og bert eitt stig aftan fyri KÍ og HB liggur GÍ.

Niðurstøðan 
er tó at dysturin átti ongantíð at verið leiktur, men nógvu dystirnir í lands- steypakappingini løgdu uttan iva eitt ávíst trýst á at fáa dystin spældan. Tá so KÍ skorðar fimm minuttir inn í dystin, gjørdi hetta at dómarin ikki vildi bróta dystin av.
Sæð í bakspeglinum kundu liðini kanska gjørt avtalu um at bíta stigini, so høvdu teir 400 áskoðararnir og vit sum royndu at fáa myndir av vatn-dystinum, sloppið undan forkølisið og byrjandi hálsbetendilsið.
Samanumtikið má undirritaði viðganga at tað er trupult at finna eina grundgeving fyri hví ein stóð við nøsini upp móti vátaslettinginum og royndi at spíla eyguni sundur, fyri at síggja nakað, sum mest var álíkt amerikanskum fótbólti spældur í einum svimjuhylið.

jwj

Harleywoodpaint