Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og HB eru nógv skerd

Jákup Ósá

Bæði liðini mangla fleiri leikarar til klassikaran mánadagin.

Bæði liðini mangla fleiri leikarar til klassikaran mánadagin.

Hjá KÍ hevur Ahmed Mujdragic leikbann, meðan Semir Hadzibulic og Mayowa Alli ikki hava spælt í eina tíð. Teir hava vant nakrar dagar, men móti Skála vóru teir framvegis ikki mettir at vera klárir til at vera í hópinum og mugu tí metast sum ivasamir til HB dystin. Móti Skála fór Súni Olsen av vøllinum við skaða í hálvleikinum, og tað er ivasamt, um hann spælir móti HB. Verður Súni ikki við, so vera tveir av teimum trimum KÍ leikarunum á ársins liði fyrsta triðingin hjá Norðlýsinum ikki tøkir, og tað kann koma at merkjast.

Hjá HB sita eisini fleiri leikarar uttanfyri. Jan C. Dam, høvuðsvenjari hjá HB, sigur, at Rókur av Fløtum Jespersen, Pál M. Joensen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson og Poul Ingason vera ikki við, meðan hann væntar, at Christian R. Mouritsen verður klárur. Christian fór skaddur av vøllinum móti TB hóskvøldið. 

Sostatt bendur nógv á, at tað vera tvey skerd lið, sum koma á vøllin í Klaksvík mánadagin í einum sera týðandi dysti fyri oddastríðið, har bara 2 stig skilja nummar 1 og 5 á stigatalvuni. Og bæði KÍ og HB eru millum hesi fimm liðini, sum í løtuni stríðast um føroyameistaraheitið.