Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og Liverpool Fótbóltsskúli í Klaksvík

John William Joensen

Nýggjur og spennandi fótbóltsskúli verður í Klaksvík, í døgunum 3. til 5. august.

Nú Klaksvíkar Ítróttarfelag gerst 100 ár, skipar KÍ fyri einum serstøkum fótbóltsskúla. Hesin fótbóltsskúli verður í ár gjørdur í samstarvi við stórfelagið Liverpool FC í Onglandi. Andy Knottyash, ið er venjari á Akademinum hjá Liverpool FC, vitjar KÍ frá 2. til 9. august. Í hesum tíðarskeiði skal hann standa fyri fótbóltsskúlanum, umframt at hann skal hava skeið við venjarunum hjá KÍ.
Fótbóltsskúlin verður skipaður eins og venjingarnar á Akademinum hjá Liverpool. Umframt høvðusvenjaran Andy Knottyash verða aðrir góðir venjarar knýttir at skúlanum. Eitt nú verður serstøk málmansvenjing við landsliðsmálverjanum Jákupi Mikkelsen.
Høvðusstuðlar fyri skúlan er: Atlantic Airways og Norðoya Sparikassi.
Fótbóltsskúlin er fyri gentur og dreingir í aldrinum frá 10 til 16 ár (árg. 1988-1994). Tað eru bert pláss fyri 150 luttakarum, og tískil er umráðandi at tekna seg sum skjótast. Kostnaðurin er 500 krónur fyri hvønn, og íroknað prísin er venjing, t-shirt, og døgurði.
Tilmelding fer fram á tlf. 456184 mikukvøldið 23. juni og hóskvøldið 24. juni millum 18-20, og kostnaðurin á 500 krónur skal rindast á konto: 9865-185.091.6 áðrenn 1. juli.