Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og Skála vístu gott undirhald

John William Joensen

Skála kom betur frá byrjan, men tá farið var til hálvleiks átti KÍ at verið á odda 3-1 – men tá dysturin endaði vóru vit glaðir at bíta stigini

Tað var annars Skála sum kom betur frá byrjan og tá teir komu á odda sá eitt sindur svart út.
Men KÍ liðið er væl fyri og sum dysturin leið var tað alt meira KÍ sum setti seg á dystin.
Ovi Nysted, sum enn ikki er komin í toppform, fór upp í ein luftbólt saman við við málverjanum, og far snitta bóltin víðari til Paul Clapson sum skoraði fyrsta málið í Formuladeildini á heimavøllið í ár.
Hálvleikstøðan var 2-1 til KÍ og áttu vit at havt 3-1 leiðslu tá Harley Bertholdsen, kanónaði eitt væl plasera skot, men málverjin var sum ein køttur.
Vónirnar vóru góðar í hálvleikssteðginum men tá dómarin floytaði dystin av vóru vit glaðir fyri annað stigið.
Góð byrjan
Undan kappingin høvdu vit uttan iva verið væl nøgdir við fýra stig ímóti NSÍ og Skála, og tí má sigast at KÍ hevur havt eina góða byrjan.
Næsti dysturin er í Havn móti meistarunum úr B36 og má tað sigast at vera ein rættulig sveinaroynd.