Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÌ-Oldboys vitjaði B71

Norðlýsið

Leygardagin var annað av oldboys-liðnum hjá KÌ og vitjaði javnaldrarnar á Sandi. Sum ikki einaferð var blíðskapurin óførur.

Ikki kann annað sigast, enn at teir gomlu hanga í enn. Hóast alskyns heilsuátøk í Klaksvík, so kendu teir sína skyldu og møttu til ásettu kapping inni í Dal á Sandi. Hini bæði liðini í bólkinum, NSÌ og EB/St høvdu tíverri bæði forfall. Liðið við m.ø. bóltsnidlinginum, Eli Hentze og sjálvum borgarsstjóranum streyk av stað við øllum 9 stigunum, meðan KÍ´aranir vóru væl nøgdir við tey 6. Ikki minst tí at blíðskapurin frá B71 var framúr. Sjálvur B71 formaðurin var høvuðsvertur. 
Gomlu klaksvíkingarnir lata heilsa og gleða seg til at taka ímóti sandingunum seinni í summar.