Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ profilur vandi við HB í kvøld

Jákup Ósá

Kanska var kvøldsins venjing í Gundadali eitt tekin um, at KÍ stendur til at missa verjukendan leikara til høvuðsstaðin.

Norðlýsið hevur fingið upplýst frá góðum keldum, at Hørður H. Askham vandi við besta liðnum hjá HB í Gundadali í kvøld. Hørður hevur ikki sáttmála við nakað felag næsta ár. Hann hevur royndarvant uttanlands í styttri tíð síðani kappingarenda, og sum skilst er tað ein møguleiki fyri, at hann fer av landinum í 2019. Tí skal kanska ikki ov nógv leggjast í, at hann vandi við HB í kvøld. Men hinvegin er tað kanska eisini ein ábending um, hvørjum liði Hørður spælir við, um hann heldur fram at spæla í Føroyum.

 

Hørður er uppaldur í HB, spældi síðani við B36 síni fyrstu ár í vaksnamannafótbólti og hevur seinastu tvey árini spælt við KÍ.