Tað er munur á, tá lið fáa KÍ á vitjan enn tá tey fáa nærmasta kappingarneytan HB.
Skála og KÍ leiktu á Skála í dag frammanfyri stórari áskoðarafjøld. Norðlýsið hevur spurt Skála um, hvussu nógvir áskoðarar vóru. 485 gjaldandi áskoðarar vóru til dystin í dag og til samanberingar vóru 194 gjaldandi áskoðarar seinasta heimadyst hjá Skála, tá HB vitjaði. Sostatt selir KÍ 150 % betri enn HB.
KÍ liggur í løtuni nummar 1, meðan HB liggur nummar 2. 3 stig skilja liðini.



