(Dystarfrásøgn) Eitt framúr flott mál frá Dion Splidt var ein glotti í einum klassikara, sum annars ikki hevði tað heilt stóra at bjóða uppá í mál møguleikum.
Hjá KÍ var liðið eitt sindur øðrvísi skipað enn vanligt, nú Semir Hadzibulic hevði leikbann og Sørmundur Kalsø var skaddur. Hørður Askham var á høgra bakki, meðan Atli Danielsen loysti Semir av á sentrala miðvøllinum í eini 4-4-2 leikskipan. Á høgra vongi spældi Dion Splidt sín fyrsta dyst frá byrjan. Hjá HB vóru fleiri leikarar klárir aftur eftir skaða. Mest óvæntað var tað, at Ari M. Olsen byrjaðu sum hangandi álopsleikari. Hann mátti tíverri skjótt av vøllinum við skaða. Inn fyri hann kom Sebastian Pingel, sum óvæntað byrjaði á bonkinum.
Í fyrra hálvleiki var tað KÍ sum var vandamiklara liðið í einum annars nokkso jøvnum dysti. Tvær ferðir var heilt nær við og einu ferðina bjargaði HB leikari á strikuni. Í yvirtíðini fekk KÍ hol á. Hornaspark endaði við, at spælt bleiv upp til Dion Splidt sum slapp at temja bóltin áðrenn hann smekkaði bóltin í málið. Onkrar góðar støður vóru, men neyvleikin í avgerandi løtuni manglaði.
Í seinna hálvleiki hendi ikki tað stóra fram til eini 20 minuttir vóru eftir. Tá setti HB stórt trýst á KÍ. KÍ megnaði sjáldan at koma frameftir vøllinum og hesa løtuna var kanska serliga saknur í Semir Hadzibulic, sum mangan er leikarin, ið megnar at fáa spælt KÍ úr truplum støðum. Hóast HB trýsti, so komu stórir mál møguleikar ikki burturúr. Tað var altíð eitt KÍ høvd ella fótur á og leysu bóltarnir endaðu ikki hjá HB leikarum. Við longum innkøstum legði HB eisini trýst á uppá tann mátan, men hesum parti vardi KÍ liðið væl fyri.
Verjuleikarar stóðu sterkast í myndini
Hjá KÍ var Ahmed Mujdragic aftur í miðverjuni, og hann spældi ein sera góðan dyst. Tað gjørdi makkarin Jonas F. Rasmussen eisini. Í fyrra hálvleiki var Atli Danielsen millum teir mest eyðsýndu á miðvøllinum. Hjá HB sást, at liðið í Aleksandar Stankov hevur fingið ein leikara, sum hevur hægri støðið enn ein miðal Effoleikari. KÍ leikararnir fingu ikki bóltin av honum, men hann kom sjáldan í vandamiklar støður. Sum heild var talan um ein klassikara, ið ikki livdi upp til søguna við nógvum góðum og undirhaldandi dystum. KÍ hevði nøkur góð álop í fyrra hálvleiki og HB í seinna hálvleiki, men sjáldsama fáir stórir mál møguleikar vóru í dystinum, sum dómarin Lars Múller annars leiddi væl. HB hevur eftir fyrsta triðingin av kappingini einki mál skorað á útivølli, og tað má vera sjáldsama vánalig úrtøka. Við sigrinum fór KÍ 9 stig framum HB, og tí er HB fyribils úti av FM stríðnum. Í HB kunnu tey fegnast um, at heili 18 dystir eru eftir og so vil tíðin vísa, um HB spælir seg innaftur í oddastríðið.




