Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ skal avrika sum móti ÍF

Jákup Ósá

– Spælir KÍ sum ímóti ÍF, so vinnur KÍ heilt vist á EB/Streymi, sigur Oddbjørn Joensen, annar av venjarunum hjá ÍF.

Oddbjørn Joensen, annar av venjarunum hjá ÍF, var gestur í fótbóltspanelinum hjá Rás 2 í morgun. Hann helt, at KÍ vísti sera góðar taktir móti ÍF eftir annars óstøðug avrik frammanundan.

– Áðrenn ÍF dystin hevði KÍ 5 stig í 5 dystum. So úrslitini vóru óstøðug. Men um KÍ kemur við tí sama, sum eg sá teir koma við móti ÍF í Klaksvík, so vinnur KÍ heilt vist handan dystin móti EB/Streymi. Tí KÍ spæli ein sera góðan dyst í Klaksvík móti ÍF. Øgiliga tendraðir, øgiliga raskir og spældu fínan fótbólt. Kemur KÍ við hasum hugburðinum til dystin, so er eingin ivi um, at teir vinna á EB/Streymi. Men detta teir í gongdina áðrenn handan dystin, har ein ikki altíð er heilt uppi at koyra, so kann tað blíva ein trupul dystur, tí EB/Streymur er ikki lætt lið at spæla ímóti. EB/Streymur hevur ment seg spakuliga gjøgnum kappingina og megnar nú betri enn fyrr í ár at spæla við í álopsfótbóltinum, segði Oddbjørn Joensen í fótbóltspanelinum.

KÍ og EB/Streymur spæla í Klaksvík leygarkvøldið kl. 17.30.