B36 vann í kvøld 2-1 á EB/Streymi á Mølini á Eiði, og KÍ skal tí til Havnar komandi vikuskiftið at dystast ímóti B36 um finaluplássið ímóti antin GÍ ella NSÍ, sum eru liðini í hinari hálvfinaluni.
Tað var annars EB/Streymur, sum í kvøld legði seg á odda 1-0 tíðliga í dystinum, men á hálva tímanum javnaði Fróði Benjaminsen fyri B36 eftir hornaspark.
Seinni í dystinum skoraði Jákup á Borg fyri B36 til endaliga úrslitið 2-1 til B36.




