Nú er skráin endalig fyri, hvørji lið KÍ skal møta á venjingarleguni í Algarve í Portugal.
Tað hevur verið greitt, at 6. februar skal KÍ møta Silkeborg úr bestu deildini í Danmark. 9. februar skal KÍ møta Real Salt Lake úr bestu deildini í USA. Og nú er síðsti dysturin komin uppá pláss. 31. januar skal KÍ møta Beijing Guoan, sum endaði á 6. plássi í bestu deildini í Kina síðsta kappingarár.



