Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ skal royna at vinna 17. steypasigurin

Jákup Ósá

Í kvøld verður steypafinalan hjá kvinnum.

KÍ og HB hava spælt fimm dystir móti hvørjum øðrum í ár. KÍ hevur vunnið fýra og HB hevur vunnið ein. Liðini møttust síðsta vikuskiftið í Klaksvík og hóast HB var nógv skert tann dystin, so kom KÍ ikki á odda fyrr enn í 82. minutti. Hesaferð skal alt avgerast, har KÍ kann vinna steypakappingina fyri 17. ferð, meðan HB kann vinna steypakappingina fyri sjeyndu ferð.

Finalan á Tórsvølli byrjar kl. 19.00. Dómari verður Arthur Højgaard.