Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ skal til próvtøku

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Long myndarøð frá Klaksvíkskappingini í dag: Tað er neyvan nakar ivi um, at HB er favorittur til \’\’dreyma\’\’ finaluna, sum verður í Klaksvíkskappingini í morgin.

Long myndarøð frá Klaksvíkskappingini í dag: Tað er neyvan nakar ivi um, at HB er favorittur til ”dreyma” finaluna, sum verður í Klaksvíkskappingini í morgin.

HB vann stórsigur á 5-1 móti B36 í dag. Talan var ikki um so stóran mun á liðunum alla tíðina, men HB vóru nógv meira avgjørdir og í seinna hálvleiki dugdu teir betri at halda rætta fokusið. Hjá HB spældu Símun Samuelsen, Alex dos Santos og Christian Mouritsen ikki vegna skaðar og tað merkti álopsspælið. Í morgin verður Andrew av Fløtum heldur ikki við, so væntandi byrjar Poul Ingason í álopinum. HB vann Klaksvíkskappingini sannførandi í fjør við 5-1 sigri móti EB/Streymi. Í ár eru teir eisini favorittar móti vertunum úr KÍ. KÍ spælið í dag var ikki serliga sannførandi, tá vit hugsa um at skapa møguleikar. Tað ávirkar eisini heilt greitt, tá Páll A. Klettskarð ikki spælir. Hinvegin sá verjuparturin betri út enn í fjør.  

Hjá KÍ verður tí talan um stóru próvtøkuna áðrenn landskappingina, tá teir møta FM vinnarunum og favorittunum úr HB.