Norðlýsið hevur mett um einstøku KÍ leikararnar í dystinum móti Skála.
Norðlýsið hevur mett um einstøku KÍ leikararnar í dystinum móti Skála.
Norðlýsið fer nú at taka táttin upp aftur, sum blaðið hevði í 1990’unun, tá leikarar fingu karakterir fyri teirra avrik. Vit kenna hetta eisini aftur frá bæði útlendskum og føroyskum miðlum enn tann dag í dag. Men hetta verður ikki gjørt til allar dystir, men bara nakrar útvaldar. Og eisini koma dystir hjá liðum, har KÍ ikki er partur av, at vera umrøddir við karakterum til einstøku leikararnar.
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik
Um KÍ-Skála dystin er tað at siga, at hetta ikki var ársins besti dystur og ei heldur við hægstu leikferðini. KÍ sat á dystinum, meðan Skála vardi væl størsta partin av dystinum.
Meinhardt Joensen
Hevur lítið og einki at gera, men er tryggur í teimum støðunum, har hann er uppí blandaður.
Karakter: 7
Jóhan Jacobsen
Hevur nú spælt tveir dystir á høgra bakki og er komin væl frá uppgávuni, men sigast skal, at hann ikki hevur fingið størstu avbjóðingarnar frá mótstøðuliðnum. Kemur væl framvið, men seinasta avleveringin er sjáldan neyv.
Karakter: 6
Jonas Flindt Rasmussen
Stýrir verjupartinum við myndugleika. Traðkar nærum ikki ein fót skeivan í dystinum og vinnur nærum allar bóltar. Dagsins besti leikari.
Karakter: 8
Sørmundur Kalsø
Í fyrra hálvleiki liggja longu avleveringarnar alt ov illa, men hetta broyttist í seinna hálvleiki. Verjan stóð væl, men bleiv ongantíð sett undir nakað trýst.
Karakter: 6
Tórur Justesen
Hevur gjørt vinstra bakk plássið til sítt egna í ár hóast ongrar royndir á hesum plássinum frammanundan. Framúr hugburð, har hann ikki sparir seg í nærdystunum. Ongar trupulleikar í verjupartinum, meðan góðskan frameftir vøllinum er ójøvn. Er byrjaður væl á besta liðnum hjá KÍ.
Karakter: 7
Henry Heinesen
Stríðist væl á miðvøllinum, har arbeiðsumráðið er stórt, nú KÍ spældi við bara tveimum mitt á miðjuni. Er meira ósjónligur í pørtum av dystinum, men dettur ongantíð niður ímillum og spælir tí eisini allan dystin, har hann ofta annars verður útskiftur.
Karakter: 6
Ndende Adama Guéye
Fyllir sum altíð nógv á KÍ miðvøllinum bæði í álopspartinum og tá liðið er í verjustøðu. Vinnur flestu nærdystirnar og spælir skjótt við bóltinum. Men hann ger eisini nakrar smáar feilir, sum tó ikki kostað og fyrst í seinna hálvleiki átti hann at skora, tá hann stóð púra blankur frammanfyri málinum.
Karakter: 7
Hjalgrím Elttør
Arbeiðir eisini væl sum so ofta fyrr og legði upp til málið við góðari avlevering. Deyðbóltarnir hava ymiskan kvalitet og Hjalgrím var ikki eins eyðsýndur sum móti AB frammanundan. Men tykist vera væl fyri í løtuni.
Karakter: 7
Heðin á Lakjuni
Heðin hevur givið KÍ liðnum tiltrongda breidd í hópinum og hevur gjørt stóran mun flestu dystirnar, har hann hevur spælt. Hesaferð spældi hann nógv á høgra vongi og tað tóktist ikki passa honum so væl. Var ikki við í nógvum og bleiv fyrst útskiftur.
Karakter: 5
Rodrigo Silva
Er ikki eins eyðsýndur sum í 2008, men gevur liðnum nakað frameftir, sum ikki hevur verið frammanundan. Smáspæl og at gera tunlar dugur hann betri enn nakar annar. Men í pørtum av dystinum er hann heilt burtur úr dystinum. Tveir dystir frá byrjan og tvey mál eru góð hagtøl at byrja við. Bleiv dystar vinnari.
Karakter: 7
Páll A. Klettskarð
Ikki besti dysturin hjá Páll, sum hevur sera stóran týdning á KÍ liðnum. Tað sást væl, at hann hevur verið darvaður av skaðum í ár og tískil ikki vant nógv. Kemur til ein góðan møguleika í fyrra hálvleiki, men annars síggja vit nærum einki til hann.
Karakter: 5
Heðin Klakstein
Spældi seinastu 20 minuttirnar uttan at gera nógv um seg. Spældi ov stutt til at fáa karakter.
Karakter: –
Ivan Joensen og Ísak Simonsen spældu somuleiðis ov stutt til at fáa karakter.




