Venjari frá fótbóltsskúlanum hjá Premier League-felagnum Everton kemur til Klaksvíkar at standa fyri venjingini á fótbóltsskúla hjá KÍ.
Eisini aðrir royndir venjarar fara at venja børn og ung á skúlanum 28. og 29. juni.
Hevur tú hug at fáa miðvísa venjing frá venjara úr Premier League og nøkrum av Føroya bestu ungdómsvenjarum, so er hetta nakað fyri teg.
Mikudagin 28. juni og hósdagin 29. juni skipar KÍ fyri stórum og spennandi fótbóltsskúla í Klaksvík. Gentur og dreingir í aldrinum 10 til 16 ár (árg. 1990-1995) kunnu tekna seg til skúlan, men avmarkað tal av luttakarum sleppur við. Skúlin kostar 400 krónur fyri hvønn luttakara.
Høvuðsvenjari á KÍ fótbóltsskúlanum verður Tony Farrell, sum er venjari á fótbóltsskúlanum hjá Premier League felagnum Everton FC. Tony Farrell venur dagliga nakrar av mest lovandi spælarunum í enskum fótbólti, og hann kemur til Føroya at standa fyri venjingini á KÍ fótbóltsskúlanum. Harafturat verða aðrir royndir venjarar við á KÍ Fótbóltsskúlanum Tony Paris, Eyðun Klakstein, Finn Johannesen, Pól F. Joensen, Jákup Mikkelsen og aðrir.
KÍ fótbóltsskúlin verður hildin frá kl. 10.00 til 15.00 hvønn dag, og á middegi fáa luttakararnir døgurða í Café KÍ.
Soleiðis teknar tú teg til KI fótbóltsskúlan
Send ein teldupost við hesum upplýsingum til eydun@ki-klaksvik.fo:
- Navn
- Bústaður
- Føðiár
- Telefonnummar
- Viðmerk um tú ert málmaður
Síðani skalt tú flyta 400 krónur á konto í Norðoya Sparikassa: 102.770.5. Tilmeldingin er ikki galdandi, fyrr enn flytingin av gjaldinum er gjørd. Minst til at viðmerkja navn á luttakara á flytingini.
Seinasta freist at tekna seg til KÍ Fótbóltsskúlan er fríggjadagin 23. juni 2006. Um øll plássini á skúlanum eru farin áðrenn fríggjadagin, verður tilmeldingin steðgað áðrenn tað.




