KÍ vann stórsigur í kvøld.
KÍ vann heili 5-1 móti Tre Fiori í kvøld. Jóannes Bjartalíð (2), Simen Sandmæl, Jonn Johannessen og Patrik Johannesen skoraðu málini. Sostatt skoraðu bæði Jonn og Simen í sínum Europa League ”debut” og 17 ára gamli Jonn Johannessen telist millum yngstu leikararnar í Føroyum, sum hava skorað í Europa kapping.
5-1 sigurin er saman við einum 5-1 sigri hjá EB/Streymi móti einum liði frá Andorra tann størsti sigurin hjá einum føroyskum liði í Europa nakrantíð.














