Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ skrivaði søgu

Jákup Ósá

(Malta) Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins tapti KÍ ikki ein Europa útidyst, eins og KÍ skoraði sítt fyrsta mál á útivølli nakrantíð.

 

Tað er gott lag á føroyingum á Malta í kvøld. Í seinna hálvleiki sá út til, at Birkirkara uttan at hava skapt nakran málmøguleika fór at vinna 1-0 eftir tilvildarligt mál. Men í 87. minutti kom málið á útivølli, sum KÍ hevur bíðað eftir síðani 1992, tá føroyskur felagsfótbóltur og KÍ byrjaðu at spæla í Europa. Jákup B. Andreasen sendi gott hornaspark innfyri til Deni Pavlovic, sum skallaði bóltin í málið. 1-1 og so kókaði millum teir áleið 50 føroyingarnar á The Centenary Stadium.

 

KÍ skrivaði við hesum søgu í kvøld. 28. juni 2018 gjørdist dagurin, tá KÍ fekk sítt fyrsta ”stig” og fyrsta mál á útivølli í Europa kapping. Enn er tó nógv eftir at stríðast um, tí um eina viku verður avgjørt, um KÍ kann spæla seg víðari í Europa. Tað hevur KÍ ongantíð áður megnað. Tí er lagt upp til eitt brak av einum dysti í Føroyum um eina viku.

Harleywoodpaint