icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ skuffar

John William Joensen

Uttan temposkift og hugflog megnaði KÍ bert at fáa eitt stig burtur úr svøvnligum heimadysti.

Undan dystinum var lagt upp til at nú skuldi stigini koma. VB lá einans fýra stig framan fyri KÍ á triða plássi undan vikuskiftinum
 
VB bert tveir sigrar
Síðan liðini møttust fyrstuferð á Djúpumýru í 1930 hevur KÍ vunnið 35 av teimum tilsamans 44 dystunum. VB hevur einans vunnið tvær ferðir í Klaksvík og til samans hava tað verið 7 javnleikir.
Hyggja vit eftir søguligu tølunum so hava vábingar megnað javnleik fýra ferðir seinastu fimm dystirnar. Teir sjey javnleikirnir eru: ’78 (3-3), ’92 (3-3), ’96 (2-2), ’00 (2-2), ’02 (0-0), ’03 (2-2), ’04 (0-0).
 
KÍ skuffar
Skulu vit taka saman um so má sigast at spælið hjá KÍ er alt annað enn nøktandi.
Verjuparturin er í lagið, men tað er hinvegin ilt at fáa eyga á skjótleika og hugflog í álopspartinum.
Miðvøllurin koyrir í sama tempo og bóltarnir verða fluttir alt ov seint. 
Menn høvdu lindi til at flyta seg undan bóltinum ella als ikki, men tó bleivi tað til onkrar farligar støður og høvdu vit eydnuna við okkum so kundu vit fingið trí stig. Men hinvegin stórbjargaði Jákup einar tvær ferðir so vábingar høvdu eisini møguleika at fara heim við øllum.
Stórstu málmøguleikarnar áttu Jacob Bymar og Eyðun Klakstein. Báðir møguleikarnir komu eftir gjøgnum spæling í síðunum og fyrru ferðina heddaði Jacob Bymar frá 5 metur teiginum og beint í føvningin á Bjarna í VB málinum.
Sama møguleiki fall eisini til Eyðun, sum tíverri bert megnaði at stýra bóltinum fram við steingini.
Tá Kí hevði møguleika at fara í mótálop, druknaði alt í feilum ella meiningaleysum driblitúrum. Tað var sera hugstoytt at síggja hvussu lítið leikarar fluttu seg uttan bólt, og tí kom bólthavarin ofta í stórar trupuleikar.
 
Útskiftingar
KÍ gjørdi tríggjar útskiftingar. Niclas Niclasen, sum annars leikar væl í KÍ verjuni fekk trupuleikar við lærinum og inn fyri hann kom Marek.  Við støðuni 0-0 hevði ein vantað at KÍ fór at ofrað afturi á vøllinum til frama fyri meiri álopsspæl, men í staðin var Leon (áleypari) skiftur út fyri Erling Fles (áleypari). Seinastu fimm minuttirnar kom Julian Samuelsen, inn fyri Jan Joensen á miðvøllinum, men tá var tíðin farin undan KÍ.
 
Vábingar nøgdir
VB leikararnir vóru nøgdir við úrslitið eftir dystin. Verri er við KÍ, sum nú bert hevur 9 stig fyri 8 dystir. Støðan er als ikki nøktandi fyri felagið, men vit mugu ásannað at KÍ ikki enn hevur víst áhugaverdan fótbólt. Ístaðin hava vit sæð verjuspæl og hetta ger tað trupult at spæla móti KÍ – um ein ætlar at fáa nógv mál, men tá KÍ ikki vil fram at skorða so kann ein altíð roknað við úrtøku móti næst elsta felagnum í landinum.