Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ smádreingir vunnu FM í stórum stíli

John William Joensen

KÍ fór ósigrað ígjøgnum meistarabólkin hjá smádreingjum í ár. Leygardagin var seinasti dysturin á skránni, og KÍ tryggjaði sær føroyameistaraheitið við einum sannførandi sigri í einum vælspældum dysti

18 dystir hava KÍa smádreingir spælt í meistarabólkinum í ár, og ongantíð hava teir tapt. 16 ferðir hava teir vunnið, og tvær ferðir endaði við javnleiki. Hetta er merkisvert avrik av KÍ-liðnum í eini vanliga harðari og tættari smádreingjakapping.

Seinasti dysturin var í Klaksvík leygardagin, og mótstøðuliðið var EB/Streymur. KÍ skuldi hava eitt stig fyri at tryggja sær FM, men KÍ lat ongan iva verða um úrslit ella FM og vann dystin 6-0. Nærum 200 fólk vóru og hugdi eftir dystinum, har KÍ-liðið vísti sera gott fótbóltsspæl og gjørdi nøkur framúr góð og væl spæld mál.

KÍ hevur serliga kappast við HB og TB, og samanlagt hevur KÍ spælt fýra dystir ímóti hvørjum av hesum báðum liðum. Ongantíð eydnaðist tað HB ella TB at koppa KÍ, tí KÍ vann tríggjar dystir ímóti hvørjum av liðunum, og ein endaði javnur.

Tað hevur eisini verið eyðsýnt ígjøgnum kappingina, at KÍ smádreingirnir hava spælt góðan fótbólt. Spælararnir eru væl fyri tekniskt, og tað sæst aftur á góða kombinatiónsspælinum, sum hevur eyðkent liðið. Smádreingirnir hava alt árið spælt álopssinnaðan fótbólt, men hóast teir hava sent nógvar spælarar í álop, hava teir samstundis havt sterkastu verjuna í landinum.

Spælararnir hava vant sera miðvíst síðani oktober mánað í fjør, og tað er ikki komið av sær sjálvum, at liðið hevur spælt og vunnið so sannførandi í ár. Nógvir spennandi spælarar eru á liðnum, og tað skuldi verið løgið, um ikki fleiri av teimum verða at síggja á besta liðnum í felagnum um nøkur ár.

Norðlýsið ynskir KÍ smádreingjum tillukku við føroyameistaraheitinum.