KÍ-spælarar skora nógv mál fyri U15 og U17 landsliðini, sum eru við í einari stórari fótbóltskapping í Aberdeen í hesum døgum
Heili átta spælarar úr KÍ eru við U15 og U17 landsliðunum í Skotlandi í hesum døgum. Fimm spælarar eru við U15 og tríggir við U17.
U15 liðið hevur spælt tríggjar dystir higartil og tað hevur gingið sera væl hjá teimum. Fyrst vunnu teir 10-0 á einum liði av Orkneyoyggjunum, so vunnu teir 1-0 á kenda felagnum Dundee United, og triðji dysturin ímóti norska Tjensvoll endaði við 13-0.
Toppskjútti á U15 liðnum er Helgi Samson, sum spælir við KÍ smádreingjum. Hann hevur skotið heili 8 mál í 3 dystum. Harafturat hevur Sørmund Kalsø skotið tvey og Ivan Joensen 1. Tá Føroyar vunnu 13-0 ímóti Tjensvoll skutu spælararnir úr KÍ 7 av málunum hjá Føroyum. Umframt málskjúttarnar eru eisini málmaðurin Teitur Gestsson og gøtumaðurin Bárður Hansen, sum nú venur við KÍ, við á U15 liðnum.
U17 landsliðið hevur spælt tveir dystir. Tann fyrri endaði við 1-0 tapi ímóti einum liði úr Ghana. Seinni dysturin var ímóti vertunum úr Aberdeen, og her vunnu Føroyar 3-2. Eitt av føroysku málunum skoraði Eli Simonsen úr KÍ við einum framúr góðum frísparki. Umframt Eli eru eisini Andrias Ellingsgaard og Páll Klettskarð úr KÍ við á U17 landsliðnum.
U15 og U17 spæla fleiri dystir hesa vikuna og koma heimaftur sunnudagin.




