KÍ skal vinna dystin móti EB/Streymi/Skála í bestu kvinnudeildini fyri at kunna avgera sjálvt á heimavølli leygardagin, um FM skal aftur til Klaksvíkar.
Vinnur heimaliðið ella endar tað við javnleiki, so verður FM verandi í EB/Streymi/Skála.
Næstseinasta umfar í bestu kvinnudeildini verður leikt týsdagin kl. 16.30. Hetta kann eisini blíva umfarið, har føroyameistarin verður funnin. Tað hendur, um EB/Streymur/Skála vinnur á KÍ. Hetta eru tey bæði liðini, sum kunnu vinna FM. Liðini hava eins nógv stig, men EB/Streymur/Skála hevur 19 mál betri í málúrtøkuni. Sostatt klárar EB/Streymur/Skála seg eisini við javnleiki, tí tá skal liðið bara vinna síðsta dystin, sum er á útivølli móti botnliðnum B68. Vinnur KÍ í morgin, so liggur alt í hondunum á KÍ, sum tá skal hava eitt stig í síðsta dystinum, sum er á heimavølli móti HB, sum stóran part av árinum hevur kappast um meistaraheitið, men sum nú í besta føri kann enda nummar tvey.
Hesin sera avgerandi dysturin á Skála millum EB/Streym/Skála og KÍ byrjar týsdagin kl. 16.30. Dómari verður Heini Viðoy.



