Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ spælir stórsteypadyst í dag

Jóhann Lützen

Dysturin verður á Tórsvølli í dag kl. 15 og mótstøðuliðið er NSÍ

 

Á ki.fo er ein upptakt til dystin og hon kann lesast niðanfyri:

 

Dystirnir millum KÍ og NSÍ hava seinastu árini verið javnir og intensir. Oftast hava okkara kvinnur staðið eftir sum vinnarar, í fjør eydnaðist okkum at vinna srórsteypadystin.

Okkara kvinnur hava fingið nýggjan venjara, nú Allan Drost hevur tikið við, eftir Jonas Nielsen, sum var venjari seinastu 6 dystirnar í fjør. Stórsteypadysturin er fyrsta veruliga royndin hjá Allan Drost sum venjara, og tað verður spennandi at síggja hvat Allan og venjaratoymi hava í ermuni til hendan dystin.

Lagt er upp til ein spennandi og javnan dyst, har bæði liðini vilja vinna.

Vónandi vera fleiri bláðir áskoðarar og stuðla okkara kvinnum.

KOYR Á KÍ!