KÍ hevur ikki staðið seg væl í toppdystunum í ár, hvat stigum viðvíkur.
Í gjár spældi KÍ javnleik móti Víkingi, og júst javnleikir hava eyðkent KÍ, tá liðið hevur spælt móti topp 5liðunum (Víkingi, B36, NSÍ og HB). Tí av 9 dystum, so hevur KÍ spælt seks javnleikir, vunnið ein og tapt tveir dystir. KÍ hevur 9 stig í 9 dystum móti topp 5 liðunum, og tað er saman við NSÍ tað vánaligasta, sum nakað topp 5 lið hevur. 1,0 stig pr. dyst móti topp 5 hevur Skála eisini fingið. Oddaliðið Víkingur stendur seg best í toppdystunum, men beint aftanfyri er HB, sum verður tað besta liðið til innanhýsis toppdystir, um liðið vinnur móti KÍ sunnudagin.
Stig móti topp 5:
1. Víkingur 17 stig (í 11 dystum)
2. HB 15 stig (í 10 dystum)
3. Skála 13 stig (í 13 dystum)
4. B36 12 stig (í 10 dystum)
5. EB/Streymur 11 stig (í 13 dystum)
6. NSÍ 10 stig (í 10 dystum)
7. KÍ 9 stig (í 9 dystum)
8. TB/FCS/Royn 5 stig (í 13 dystum)
9. ÍF 5 stig (í 13 dystum)
10. 07 Vestur 2 stig (í 13 dystum)
Taka vit og seta talvuna upp fyri stig pr. dyst móti topp 5 liðunum, so sær talvan so:
1. Víkingur 1,5 stig pr. dyst
2. HB 1,5 stig pr. dyst
3. B36 1,2 stig pr. dyst
4. KÍ, NSÍ og Skála 1,0 stig pr. dyst
7. EB/Streymur 0,8 stig pr. dyst
8. ÍF og TB/FCS/Royn 0,4 stig pr. dyst
10. 07 Vestur 0,2 stig pr. dyst




