Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ stillar við sterkastu manning í kvøld

Jóhann Lützen

Hóast Tummas Lervig, formaður í KÍ, er nógv upptikin á stóru sølumessuni í Klaksvík, har hansara fyritøka KJ hevur ein av stóru básunum, so er tað ikki frítt, at hann eisini hugsar um brakið í steypakappingini millum KÍ og ÍF seinni í kvøld. Vit fingu orðið á hann til eitt heilt stutt prát í einum kaffisteðgi, og fingu lokkað eitt tipp uppá úrslit frá honum eisini.

– “Tankarnir eru meira her (á sølubásinum, blaðm.) enn á fótbóltsvøllinum beint nú, men eg eri altíð spentur, tá KÍ spælir”, sigur Tummas Lervig.

Nú Atlantic Fair er, eru fleiri av dyggu og trúgvu stuðlunum hjá KÍ hjástaddir beint við vøllin, tí messan verður hildin í samanbundnu Badminton- og KÍ-høllunum, og í tí sambandi hevur formaðurin í KÍ boðið stuðlunum á loftið í KÍ-Høllini til dystin. Talan er um fjórðingsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, ið er longri, enn KÍ slapp at spæla í fjør, so dysturin er eitt sindur serligur í so máta.

KÍ er flúgvandi í Betrideildini, meðan ÍF spælir í næstbestu deildini, men KÍ-formaðurin tekur onki fyri givið frammanundan. Tó hevur hann álit á bæði venjara og spælarum, at teir fara inn fyri at vinna, og veit at siga, at KÍ stillar við sterkastu uppstillingini í kvøld. Hetta er ikki minst við vánaligu úrtøkuni í fjør í mentu.

– “Tað er sera keðiligt, um KÍ ikki er við í steypakappingini”, sigur Tummas, og sigur at tað tí er umráðandi, at teir vinna dystin í kvøld.

Spurdur um hvat hann væntar úrslitið verður, sigur formaðurin í KÍ, at “KÍ vinnur við fýra málum”.