Felagið hjá KÍ stuðlum í Tórshavn fer nú at blíva meira sjónligt aftur.
Felagið hjá KÍ stuðlum í Tórshavn fer nú at blíva meira sjónligt aftur.
Tað er eftir hondini nógv ár síðani, at KÍ-stuðlar í Tórshavn stovnaði sítt felag. Felagið hevur nógvar limir. Serliga eru tað – tað liggur í navninum – KÍ viðhaldsfólk í høvuðsstaðnum, sum eru limir. Men eisini fólk aðrastaðni eru limir. Felagið hevur verið sjónligt og minni sjónligt og tað er sum við flestu av slíkum feløgum, at tað gongur eitt sindur upp og niður, hvat virkseminum viðvíkur. Men gjøgnum tíðina hevur felagið ofta havt tiltøk í havn, tá KÍ hevur spælt dystir har og so hava ársveitslurnar eisini verið tiltiknar góðar.
Endamálið hjá felagnum er at stuðla KÍ. Felagið stuðlar KÍ fíggjarliga til serlig høvir. Tað seinasta av hesum var fyrr í ár, tá besta liðið hjá KÍ var á venjingarlegu.
16. september í ár verður aðalfundur og beint eftir verður ársveitslan. Meir verður at frætta um hetta seinni. Styrkin í felagnum er talið á limum, og vit fara at gera eina roynd at fáa fleiri limir. Hetta arbeiðið byrjar nú, so vit kunnu møta fjølment til ta veruligu nýggju byrjanina á aðalfundinum og veitsluni.
Fyri at lætta um samskiftið hava vit stovnað eina Facebook síðu. Í fyrstu atløgu kunnu øll vera limir í hesari síðu. Vit hava koyrt limir inn á síðuna, sum antin eru ella hava verið limir, men nýggir limir eru vælkomnir at søkja um limaskap her. Gott hevði verið um tit spjaddu boðskapin út til aðrar klaksvíkingar. Ikki er neyðugt at hava bústað í Tórshavn. Ja, vit hava enntá limir, sum als ikki halda við KÍ, men møta grammliga upp til kamp at halda við sínum felag, tá ið tað spælir ímóti okkum.
Fyri at gerast limur skal ein ávís upphædd flytast um mánaðin. Sum nú er, gjalda flestu limir 25 ella 50 kr., men tað eru tey, sum gjalda har ímillum ella meiri – onkur rættiliga fitt meiri! Summi orka ikki fyri føstum flytingum. Sjálvandi skulu eisini tey vera limir.
Peningurin skal flytast á konto í NS: 9865-1022983 – vinarliga upplýst Navn, eftirnavn og adressu. Tá ið goldið er, ert tú limur og verður settur í limalistan fyrst í mánaðinum eftir – tá ið kontuavritið kemur, ella tú sendir teldupost til edvard.s.olsen@skulin.fo.
Facebook síðan hjá KÍ stuðlum í Tórshavn er HER.




