Nú skal meir enn eitt umfar til at fáa KÍ aftur hjá kappingarneytunum. Men komandi uppgáva er toppdystur móti liðnum, sum sendi KÍ út úr kappingini um løgmanssteypið. Tá kann spenningur av álvara koma í aftur kappingina, um KÍ tapur og havnafeløgini vinna.
Lyklaleikararnir Odmar Færø og Páll A. Klettskarð vóru aftur í uppstillingini í kvøld og tað merktist í báðum endum. KÍ lat einki mál inn og í 5-0 sigrinum var Páll við í fýra av málunum. KÍ hevði trupulleikar eina løtu í fyrra hálvleiki, men tá Páll skoraði til 2-0 var sum um, at KÍ hevðiu tryggjað sær sigurin, tí íu seinna hálvleiki var bara spurningur um, hvussu nógv KÍ fór at vinna.
Sunnudagin verður toppdystur í Gundadali, tá oddaliðið KÍ vitjar nr. 2, sum er B36, ið er trý stig aftanfyri. B36 fær ikki oddasessin, tí KÍ hevur nógv betri málmun, men B36 hevur viðvind eftir sigurin á KÍ í steypakappingini og hesin dysturin kann fáa sera stóran týdning fyri oddastríðið í ár.



