Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ sweepari 60 ár

Oliver Joensen

 Í dag fyllir ein av kendu legendunum hjá KÍ 60 ár. Mikkjal Mikkelsen var í nógv ár ein av krumtappunum á 1. deild hjá KÍ, sum besta deildin kallaðist tá í tíðini. Hann fer um tey seksti í dag.

Mikkjal spældi í eini tíð, tá verjusystemið hjá teim bestu liðunum hevði ein sweepara. Sweeparin var aftasti maður. Mikkjal stýrdi verjuni og í veruleikanum eisini álopinum. Hann var sterkur, kanska ikki so ógvuliga skjótur á beinunum, men skjótur at hugsa, og hann var kendur fyri at vera vandamikil har afturi, tí hann fór eisini fram við tá KÍ var í álopi. Avleveringarnar frá Mikkjali lógu mangan líta til álopsmenninar at seta í netið. Tað var heldur ikki so sjálvdan at Mikkjal sjálvur avgjørdi og plantaði bóltin í meskarnar hjá mótstøðuliðinum.

Hann var eisini fastur straffisarksskjútti. Tá bróðurin Bigge ikki skikkaði sær sum hann átti, tá talaði Mikkjal at og tað var hart og kontant.

Í útlegd var hann eisini. Hann leikti eitt skiftið við B36 og var eisini landsliðsspælari.

Kendur er túrurin tá unglingaliðiið var í Íslandi. Tá kom liðið heimaftur við einum ísendskum eitt motora flogfari. Komnir undir land í Føroyum, dugdi piloturin á flogfarinum ikki at finna flogvøllin í Vágunum. Tá vóru boð eftir Mikkjali at koma fram í cockerpittið hjá pilotinum at loðsa flogfarið niður í Vágarnar. Helst var tað hann, ið var best kendur í Vágunum, tí hagani kom mamma hansara.

Vit á Norðlýsinum ynskja Mikkjali hjartaliga tillukku við degnum!

Harleyfacadeacryl