Bæði KÍ og HB standa seg betri á útivølli enn á heimavølli.
Á heimavølli hevur KÍ tapt ein dyst í ár. Tað var móti Víkingi. Ein dystur – móti NSÍ – er endaður við javnleiki, meðan KÍ hevur vunnið hinar fimm. Hjá HB eru bæði tapini í landskappingini komin á heimavølli – móti KI og NSÍ. Á útivølli hevur HB vunnið sjey og spælt ein javnleik, sum var móti B36.
KÍ og HB spæla fríggjakvøldið kl. 18.00.



