Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ tapti 1-0 móti botnliði – myndir av Svangaskarði

Norðlýsið

Samanumtikið átti B68 munin í málmøguleikum og størsta møguleikan hjá KÍ átti Ndende tá hann heddaði á stongina. B68 liggur framvegis næst niðast á stigalistanum og KÍ er 4 stig frá evropa

Samanumtikið átti B68 munin í málmøguleikum og størsta møguleikan hjá KÍ átti Ndende tá hann heddaði á stongina.

B68 leikararnir vóru grammari í nærdystunum og hóast KÍ royndi at trýsta móti endanum av dystinum bleiv tað ongantíð til nakra hóttan fyri vælskipaðu verjuna hjá B68, sum framhaldandi er næst niðast á stigatalvuni. Samstundis vann ÍF og tí eru fuglfirðingar einans tvey stig aftan fyri KÍ sum eftir dystin í dag hevur gjørt tað truplari fyri seg sjálvan at røkka einum Evropa cup plássi sum annars er málsetningurin. Tó eru 12 stig at spæla um og KÍ er einans 4 stig frá evropa cup.