Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ tapti í Gundadali móti HB

Jákup Ósá

KÍ spældi venjingardyst í Gundadali í dag.

Annan dystin á rað bleiv spælt í sera nógvum vindi, og eins og seinast so er ivasamt, um tað hevði verið spælt, um talan var um landskappingardyst. 

Talan var um ein javnan dyst, har veðrið ávirkaði nógv. HB fekk einasta málið í dystinum, sum var spældur tvær ferðir 30 minuttir. Málið skeyt Stefan Radosavljevic.

KÍ (4-3-3): Meinhardt P. Joensen – Jesper Brinck, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Patrick Da Silva – Dávid B. Andreasen, Olaf K. Hansen, René S. Joensen – Mads B. Mikkelsen, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen. Seinni komu hesir inn: Jákup N. Vilhelmsen, Tóki á Lógv og Símun Kalsø.

Harleywoodpaint