Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ tapti og skal í Conference League bólkaspælið

Jákup Ósá

Í einum jøvnum dysti koppaði tað til Sheriff, sum fór víðari við 2-1 sigri.

FC Sheriff kom á odda uppá eitt brotsspark, sum fleiri hildu verða bíligt. Onkur vildi eisini verða við, at talan var um rangstøðu. KÍ svaraði aftur, tá Árni Frederiksberg sendi hornaspark inn, har Luc Kassi stýrdi bóltinum í málið.

Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ betri, men so tók Sheriff yvir og tá KÍ-verjan hugdi bólt, so bleiv tað revsað ig so var 2-1, sum bleiv úrslitið.

Sum heild ein javnur dystur, sum koppaði til FC Sheriff. KÍ fer nú í Conference League bólkaspælið og tað lutakastið verður í morgin.