Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-TB er fluttur til sunnudagin

Jákup Ósá

Vegna vánaliga veðurforsøgn leygardagin, so er dysturin millum KÍ-TB fluttur til sunnudagin.

Tað verður sagt frá nógvum vindi leygardagin og tí hava KÍ og TB í samráð við formannin í kappingarnevndini avtalað at flutt sín dyst til sunnudagin. Fyribils er hann settur til kl. 17.00, men tað kann vera, at hann verður spældur seinni um kvøldið. Í morgin verður støða tikin til klokkutíðina, tá enn betri yvirlit er við veðrið sunnudagin.