Fríggjakvøldið var áhugaverdur oldboys dystur í Klaksvík har millum annað Gunnar Mohr og Lítli Petur (Petur Andreasen) skaraðu framúr
Tað er ikki ov nógv sagt at KÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki.
Serliga varð lagt til merkis hvussu væl KÍ fekk spælið at glíða.
Fleiri áskoðarar høvdu á máli, at tað er nógv ár síðan teir høvdu sæð slíkt fótbóltsspæl á Djúpumýru.
Dysturin:
KÍ byrjaði við eini 4-4-2 uppstilling har denturin var lagdur á at hava ein sterkan og breiðan miðvøll.
Oddbjørn Joensen, mitt á miðjuni, Leif Olsen, vinstrumegin, Petur Andreasen, høgrumegin og Olgar Danielsen, álopssinnaður miðvallari.
Serlig evni vístu menn til smáspæl, stuttar og skjótar sendingar sínamillum har bæði hælur og tá vóru brúkt dúgliga.
HB spældi meira beinleiðis, har trumfarnir vóru Kári Reynheim og Gunnar Mohr, sum góðu KÍ verjuni stórt høvuðbríggj.
Eitt av góðu málunum stóð Olgar Danielsen fyri. Hann trekti uppá tvørs, framvið HB verjuni, og frá spískum smekkaði hann bóltin í síðunetið aftan fyri HB málverjan.
Fyrsta málið kom í 23. minutti har bæði endi og uppspæl var sum tikið úr fótbóltsbókunum.
Spælt varð fram, upp og aftur áðrenn Janus fekk eina avlevering og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin undir tvørstongina og inn í málið. – Kaj Leo stóð sum negldur.
HB svaraði aftur tá KÍ miðvøllurin misti bóltin í uppspælinum.
Hálvleiksstøðan var 2-2 við útjavnandi máli, sum Suni Jacobsen syrgdi fyri.
Í seinra hálvleiki tók HB yvir og kom uppá 5-2.
KÍ leikararnir mentust aftur tað seinasta korterið og reduseraðu til 4-5 og í yvirtíðini kom so ársins skot.
John Kári Jacobsen, vinstri vongur hjá KÍ, trekkir inn móti brotsteiginum og frá 20 metra fjarstøðu smekkaði hann til. Bólturin brast í samankomingina – men tíverri aftur í spæl.
Sera spell tí annars høvdu vit fingið eina sera spennandi brotssparkskapping.
KÍ Líðið:
Jógvan Linklett, Símun Pauli Sivertsen, Manni Høgnesen, John W. Joensen, Mikkjal Mikkelsen, Lassin Isaksen, Per Jacobsen, Gunnar simonsen, Pól Sundsskarð, Petur Andreasen, Leif Olsen, Oddbjørn Joensen, Beinur Poulsen, Jákup Mikkelsen, Jóhann Joensen, Bent Baldvinsson, Markus Tummas Jacobsen, Kristian Suni Høgnesen, Olgar Danielsen og bent Tommy Linklett.
Venjari: Peter Kordt
HB-liðið:
Kaj Leo Johannesen , Eirikkur Rasmussen, Eyðun Dal Christiansen, Høgni í Stórustovu, Hallur Andreasen, Regin Nolsøe, Suni Jacobsen, gunnar Mohr, Bjarni Jakobsen, Leivur Holm, Helgi Olsen, Jóannes Jakobsen, Kári Reynheim, Elias Mikkelsen og Jógvan Jensen (Egga) liðformaður.
Dómaratrioin:
Baldvin Baldvinsson, Jóhan Carl Dam og Jógvan Jacobsen, (heiðurslimur í KÍ).
Oldboys dysturin á Norðoyastevnu varð stuðlaður av:
Norðoya Sparikassa, Kaupthing, Eik Bank, Føroya Bjór og JFK Heilsølu.




