Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ tilmeldingardagurin 2013 verður leygardagin

Jákup Ósá

Um tú ætlar tær at venja ella spæla við KÍ í 2013, skalt tú melda teg til 30. mars í KÍ-høllini – millum kl. 11.00 og 13.00.

Tilmeldingin fer fram við at gjalda á staðnum. Kostnaðurin fyri lima- og spælaragjald er 500,- kr.

Við í prísinum fært tú hendan bóltin til ognar .

Systkinafrádráttur*:

Barn 1:…………………………………………………….500,- kr.

Barn 2:…………………………………………………….250,- kr.

Barn 3:……………………………………………………. 0,- kr.

Barn 4:……………………………………………………. 0,- kr.

*Systkinafrádráttur er bert galdandi fyri børn undir 18 ár

Tilmeldingin fyri børn undir skúlaaldri verður kunngjørd seinni.


Hvílandi limir hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag 2013

KÍ hevur tilmeldardag tann 30. mars fyri virknar leikarar, men hvílandi limir hava eisini møguleika fyri at stuðla og ogna sær bind I og II av søgu felagsins fyri ein sámiligan prís.

Talan er um eitt serligt tilboð til hvílandi limir hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, tí í sambandi við nýggju útgávuna av KÍ søguni bind II kunnu limir ogna sær bókina, samstundis sum limagjaldið verður goldið.

Tú kanst sum limur felagsins gera brúk av hesum trimum møguleikum:

Møguleiki 1: Limagjald + bind II kostar 599 kr.

Møguleiki 2: Limagjald + bind I og II kostar 699 kr.

Møguleiki 3: Bara limagjald kostar 200 kr.

Um tú velur møguleika 1 ella 2, verða bøkurnar koyrdar heim til tín.

Um tú ynskjur at gerast limur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, so kanst tú flyta kr. 200,- til kontonummar 9865-102.770.5

www.ki.fo