Teir um 360 leikararnir, sum minst tvær ferðir um vikuna vitja Djúpumýru tørva hjálparar til kappingina í summar.
Tey, sum hava sína dagligu gongd um fótbóltsvøllin um várið og summarið, kunnu gleða seg tí KÍ hevur melda 20 lið til kappingina í summar. Nøkur av liðunum eru longu byrjaði at venja, meðan smágentur og gentur 10-12 byrja 1. apríl, meðan smápiltar, pinkur og yngst børnini byrja eftir páskir ella 13. apríl.
Venjarar eru hesir:
Dreingir: Meinhardt Joensen, Bill Jacobsen
Smádreingir:
Finn Johannesen, Stig Elttør, Hans Jacob Heinesen, Karl Gustav Gislason.
Piltar (5 lið):
Eyðun Klakkstein, Fríðin Ziskason, John Færø, Sylvan Jakobsen.
Smápiltar (2 lið): ?
Smágentur (2lið):
Odd Færø
G. 10-12 (2 lið):
Kári Purkhús
Pinkur (2 lið):
Bára Klakkstein
Yngst:
Manne Høgnesen, Rasmus Jacobsen, Niels P. Danielsen, Ári Samson, Andrias Ellingsgaard, John Hammer, Osmund Lindberg.
Kappingarnar byrja longu 27. mars hjá dreingjunum og smádreingjunum, meðan hini liðini byrja seinast í apríl mánað. Í mun til í fjør liggur kappingin tó still um páskirnar, eftir ynski frá feløgunum.
Hóast felagið hevur fingið nógvar góðar venjarar knýttar til hópin í ár, so tørvar KÍ hjálparar til ymsu liðini, tí ynskiligt er at tveir venjarar eru knýttir at hvørjum liði.
Fótbóltssambandið er í ár farið undir eina nýggja útbúgvingarrøð til tey, sum venja børn og ung. Venjararnir hjá yngst hava verið úti á Toftum til fyrsta skeiðið, og verður eitt skeið afturat í røðini í Klaksvík leygardagin 27. mars og kunnu foreldur og onnur áhugað melda seg til tað 5 tímar skeiðið, saman við KÍ venjarunum, sum sjálvandi taka lut.
Hevur hetta tín áhuga, ber til at seta seg í samband við ungdómsbólkin hjá KÍ, Jóan P. Jacobsen tlf. 581185, Kára Purkhús tlf. 457850 ella ungdómsvenjaran hjá KÍ, Annfinn Danielsen tlf. 458164 ella 224124. Ynskir tú avbjóðingar, møði, eitt sindur av spenningi og gleði, ja, so er bara at ringja til okkara.




