Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ uttan sín besta leikara næstu dystirnar

Jákup Ósá

KÍ verjuleikari bleiv skaddur í dystinum í Gundadali í gjár.

Tað eru ikki tær jaligu søgurnar, sum mynda KÍ í hesum døgum. Fyrst tapti KÍ á Summar Festivalinum ein avgerandi toppdyst, síðani tapti KÍ móti hinum havnarliðinum og er fyribils úti av FM stríðnum. Og fyri at gera ilt verri, so er helst besti KÍ leikarin í ár blivin skaddu rog má sita uttanfyri næstu dystirnar.

 

Deni Pavlovic lá á vøllinum í gjár eftir samanstoyt og tað vísti seg aftaná, at hann hevur fingið eitt brot í lógvan og má sita uttanfyri næstu vikurnar. Hann missir í øllum førum komandi tveir dystirnar, sum eru móti EB/Streymi og Víkingi. Síðani kemur ein landsliðssteðgur og eftir tað er møguleiki fyri, at hann verður klárur.

Harleywoodpaint