Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kí valdi ikki at fara til ítróttardómstólin

John William Joensen

Í fjør vóru KÍ og B36 tveitt út út steypakappingini og tá valdi KÍ ikki at royna málið við ítróttardómstólin.

Á heimasíðuni hjá KÍ ber til at lesa ársfrágreiðingarnar hjá fyrrverandi formanninum í KÍ, Nichels Lützen, og hjá ábyrgdarfólkinum fyri samskifti, har hesi greiða frá málinum hjá KÍ og hví felagið ikki valdi at fara víðari enn til dómsnevndina.
 
Brot úr ársfrágreiðingunum:
… Klaksvíkar Ìtróttarfelag hevur alment viðgingið at felagið gjørdi mistak og hevur síðani tikið fulla ábyrgd av málinum.
Eftirfylgjandi var eisini ein innanhýsis kanning gjørd av málinum i samstarvið við aðalskrivaran í fótbóltssambandinum og endin var ein frágreiðing um málið sum var prenta í fjølmiðlunum.
At frágreiðing var skrivað um málið, hevur stóran týdning tí líknandi mál hava altíð enda við at feløg als ikki hava viðurkent niðurstøðuna hjá dómsnevndini og meta vit at leiðslan í KÍ  við hesum hevur vísti rættan hugburð og hevur viðurkent tey mistøk sum eru framd.
Men eftir stendur tó at felagið í hesum málinum hevur kent seg uttan rættartrygd í viðgerini av málinum hjá fótbóltssambandinum.
Tað var jú umsitingin hjá FSF sum av sínum eintingum tók málið upp og tá kappingarnevndin metti seg ikki kunna taka støðu í málinum, var tað nevndin hjá FSF sum tók avgerð um at KÍ skuldi tapa dystin. Á fundunum í nevndini var umsitingin hjá FSF umboða og fleiri av pástandunum sum hon førdi fram í málinum móti felagnum eru síðani afturvístir. Men hetta slapp felagið ongantíð at føra fram yvir fyri nevndini.
Tá dómsnevndin, eftir mótmæli frá umsitingini hjá FSF, valdi at kalla KÍ inn til samrøðu, var tó greitt at dómsnevndin ikki kundi fara inn í sjálvt málið men bert skuldi taka støðu til um FSF hevði fylgt lógini í sambandi við dómsniðurstøðuna.
KÍ fekk viðhald frá dómsnevndini at tað var óheppið og í stríð við vanligar rættarreglur at nevndin í FSF, sum jú eisini var ákæri í málinum, eisini var dómari, men hetta kundi dómsnevndini heldur ikki, sambært galdandi reglum hava nakra meining um.
Tí er umráðandi at arbeiði við at endurskoða reglurnar á økinum, verður framskunda og at vit í FSF fáa eitt disipliner-udvalg, sum er óheft av umsiting og nevnd FSF’s."

 
Valdu tað ítróttarliga fram um jura
Nichels Lützen, sum var formaður í KÍ tá KÍ var dømt út úr kappingini um løgmanssteypið, sigur at leiðslan í KÍ dugdi ikki at síggja nakað endamál við at halda fram við at røra í málinum.
– Vit dugdu ikki at síggja nakað endamál við at blíva við at róta i málinum, men hildu tað vera meira neyðugt at koma víðari og fokusera upp á tað ítróttarliga.
– Eftir at vit høvdu viðurkent niðurstøðuna hjá dómsnevndini settu vit eina innanhýsis kanning í verk av málinum og tá hon var almannakunngjørd var málið fyri okkara viðkomandi avgreitt.
– Eg haldi tað var gott at vit ikki fóru víðari við málinum og ístaðin staðfestu at vit høvud gjørt ein feil.
– Eg haldi at hetta hevur verið til stórt gagn fyri KÍ, tí tað er jú altíð ein dagur í morgin og fáar mánaðar seinri vóru vit jú aftur í kappingini um løgmanssteypið.
– Men vit meintu eisini at tað átti at verið ein disipliner nevnd sum var leys av fótbóltssambandinum.
– Hetta meini eg framvegis, tí sum málini vera viðgjørd í dag er hetta ikki til gagn fyri nakran og vit kendu okkum rættuliga illa fyri og uttan rættartrygd tá FSF bæði var ákæruvald og dómsvald.
– Tað sum í bakspeglinum eisini var sera óheppið, var at táverandi formaðurin í kappingarnevndini í fjølmiðlunum segði at málið ongar fylgir skuldi fyri KÍ. Síðani noyddist hann at eta hesi orðini í seg aftur.
– Tá vit vóru á rættarfundi við dómsnevndina vóru vit fult avkláraðir við at hetta var hægsti fótbóltsdómstólurin og høvdu tí ongar ætlarnir um at føra málið víðari, og tað meti eg framvegis vera rætt, tí vit fingu arbeiðsfrið.