Tað vera leygardagin 182 dagar síðani, at klaksvíkingar kundu fegnast um 3 stig á heimavøllinum í Djúpumýru.
Tað vera leygardagin 182 dagar síðani, at klaksvíkingar kundu fegnast um 3 stig á heimavøllinum í Djúpumýru í landskappingini.
KÍ hevur higartil spælt 13 av sínum 14 heimadystum í ár. Úrtøkan er tveir sigrar, sjey javnleikir og fýra tap. Tað kann eisini longu staðfestast, at KÍ einans vinnur á niðurflytarum í landskappingini í 2013. Tí teir báðir heimasigrarnir komu móti TB og 07Vestur og seinasti heimadysturin leygardagin er móti 07Vestur.
KÍ hevur í sínum 13 heimadystum fingið 13 stig. Samanbera vit við hini liðini í niðara enda av stigatalvuni, so sær tað soleiðis út:
07Vestur 11 stig í 13 dystum
TB 16 stig í 12 dystum
AB 21 stig í 12 dystum




