Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann 1-0 á GÍ í kvøld

Oliver Joensen

Í vánaligum veðri á Djúpumýru hittust KÍ og GÍ til seinasta dystin í landskappingini áðrenn summarsteðgin. Tá avtornaði vann KÍ bert við einum máli, hóast úrslitið ikki segði nógv um spælbýtið.

KÍ-liðið var snøgt sagt sterkari enn GÍ í øllum støðum. Sigast kann, at tað var væntandi málsøkni hjá KÍ sum gjørdi at GÍ slapp aftur um fjørðin bert við einum 1-0 tapi.
Frá dystarbyrjan til dystarenda var GÍ undir trysti og harafturat gekk spælið hjá GÍ als ikki.
Sigast má, at KÍ vann ein uppibornan sigur í kvøld.

Harleywoodpaint