Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann 2-0 á Esbjerg -nú snýr tað seg um FCK

John William Joensen

Mánadagin 5. juli verður ársins dystur á Djúpumýru, tá KÍ skal møta FCK við Toda á odda. "Vit gleða okkum allir til dystin", sigur Todi við Norðlýsið.

Mikudagin hittu vit Toda í telefonini og greiddi hann frá, at teir í FCK vóru í gongd við venjingina til donsku kappingina, sum skal byrja 25. juli. Vit spældu ímóti Sorø ígjár, og vunnu 6-1, sjálvur skoraði eg tvey mál, ídag hava vit spælt móti Marstal og hava vunnið 10-0, men sjálvur var eg inni inni.
Hósdagin og fríggjadagin hava vit frí og sunnudagin flúgva vit til Føroya.

Venjingarlega
Eg haldi at allir menn eru spentir uppá føroyatúrin hjá okkum, mær kunnugt hevur ongin teirra verið í Føroyum fyrr.
Vit skulu búgva á Hotel Føroyum og fara at venja á Tórsvølli mánamorgunin.
Seinnapartin mánadagin koma vit so til Klaksvíkar. Um veðrið er til vildar, er ætlanin at tyrlan hjá Atlantsflog skal flúgva okkum. Vit hava lagt tað soleiðis til rættis, at tyrlan flýgur tríggjar ferðir, tí hópurin hjá okkum er uppá heili 30 fólk.
Men um hetta ikki letur seg gera, so koma vit við bussi.
Seinni dysturin verður ímóti HB í Havn.
Vit taka túrin sum eina venjingarlegu og fara at royna at venja so nógv sum gjørligt á túrinum.

Byrjar inni?
Uppá fyrispurning okkara um Todi verður at síggja á byrjunaruppstillingini hjá FCK, sigur Todi, at tað veit hann onki um enn.
Tað hevur ikki verið siðvenja seinastu tíðina at eg havi byrjað inni, men eg rokni tó við at fáa nakað av spælitíð, tí sjálvandi veit venjarin at eg eri á heimavølli í Klaksvík.

Vinna tit?
Var sjálvandi eisini spurningur okkara til Toda, nú hann skal leika ímóti barndómsfelag sínum KÍ. Ja, tað er ein góður spurningur. KÍ hevur júst vunnið á Esbjerg við tveimum málum móti ongum, so eg rokni við at KÍ hevur ein møguleika. Tað skal eisini takast við, at hóast vit eru sera væl mannaðir, so eru vit ikki í fullari venjing enn, so eg fari ikki at tippa um dystin.

Tað kostar
at hyggja at teim stóru liðunum. Uppá fyrispurning okkara, hví atgongumerkini eru so dýr, sigur Todi, at tað er sera dýrt at koma við einum hópi uppá 30 mans við flogfari til Føroya og harafturat búgva á hotelli í fýra dagar. Men prísurin er ikki hægri enn fyri eitt gott pláss í ítróttarparkini í Keypmannahavn, so vit vóna at fólk fara at taka væl undir hóast neyðugu útreiðslurnar.
Eg gleði meg annars sera nógv til aftur at leika ein dyst á Djúpumýru, sjálvt um eg ikki eri á KÍ liðnum hesaferð og áhugavert verður at síggja hvørja mótstøðu barndómsfelagið hjá mær megnar at geva okkum.
Vit síggjast á Djúpumýru, sigur ein spentur Todi Jónsson í fartelefonini av flatlondum við Norðlýsið.

Harleywoodpaint